Ítróttur

VÍF, StÍF og H71 vunnu sínar dystir

...

2018-02-28 22:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í kvøld hava 3 dystir verið í FTZ-deildini hjá monnum í hondbólti.

Neistin tók móti VÍF. VÍF vann dystin 29-30 eftir hálvleiksstøðuna 14-16. Fyri Neistan fekk Carl Herup Olsen 7 mál, og toppskjótti hjá VÍF var Filip Jojic við 11 málum.

Team Klaksvík tók móti StÍF. StÍF vann dystin 32-21 eftir hálvleiksstøðuna 8-14. Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Jens Pauli Mohr við 8 málum, og hjá StÍF fekk Jóanes Prestá 7 mál.

Í Hoyvík tók H71 móti KÍF. H71 vann dystin 27-23 eftir hálvleiksstøðuna 15-14.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder