Ítróttur

VÍF smurdi H71 av

...

2021-04-21 21:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir 3 spenannandi og javnar finalur møttust H71 og VÍF í kvøld til tí 4. FM-finaluna millum liðini. Seinast VÍF bleiv Føroyameistari var í 2016, og síðani tað hevur H71 vunnið FM-heitið í 2017, 2018 og 2019. Í 2020 var eingin vinnari.

Dysturin í dag byrjaði javnt og skiftust liðini um at vera á odda í fyrra hálvleiki. H71 fór til hálvleik við einari eitt málsleiðslu.

Tað var H71 ið byrjaði seinna hálvleik betri, og komu á odda 17-14 eftir umleið 40. minuttir. Men tá steðgaði upp hjá teimum svørtu úr Hoyvík, og einki riggaði hjá teimum tað sum restaði í av dystinum. Mladen í VÍF málinum tók tað í kundi takast, og í álopinum gekk Hallur Arason undan. 

Dysturin endaði við at VÍF vann 34-24, og rómurin á VÍF áskoðarunum vildi ongan enda taka tá ið vestmenningar vunnu sítt 24 meistaraheit.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder