2018-11-12 07:17
Tveir dystir vóru í gjár í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti.
StÍF tók ímóti oddaliðnum úr Vestmanna. VÍF lat ongan iva vera um hvat lið fór at vinna dystin. Í hálvleikinum var VÍF á odda við 11 málum 6-17. VÍF vann dystin 18-29. Martin Danielsen fekk 6 mál fyri StÍF, og fyri VÍF fekk Jón Muller 8 mál.
Kyndil var á vitjan hjá Team Klaksvík. Kyndil fekk eina flúgvandi byrjan og var støðan 2-7 til Kyndil eftir 9. min. Hálvleiksstøðan var 8-16. Kyndil vann dystin 24-31. Finnur Hansson og Christoffer Madsen fingu hvør síni 5 mál fyri Team Klaksvík. Tróndur Wardum og Høgni K. Olsen fingu hvør síni 6 mál fyri Kyndil.
tøðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 7 | 191 | 166 | 25 | 11 |
KYNDIL | 8 | 203 | 172 | 31 | 10 |
NEISTIN | 6 | 146 | 131 | 15 | 8 |
H71 | 6 | 143 | 140 | 3 | 6 |
KÍF | 6 | 142 | 142 | 0 | 5 |
STÍF | 6 | 134 | 161 | -27 | 4 |
TEAM KLAKSVÍK | 7 | 154 | 201 | -47 | 2 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald