2018-11-12 07:28
Teir dystir vóru í SMS-deildini hjá kvinnum í gjár.
StÍF tók ímóti VÍF. Áðrenn StÍF fekk sítt fyrsta mál hevði VÍF longu fingið 6 mál. Hálvleiksstøðan var 6-19. VÍF vann dystin 19-30. Rebekka Zachariassen fekk 6 mál fyri StÍF. Durita C. Jojic fekk 9 mál fyri VÍF. Við sigrinum er VÍF nú nýtt oddalið í deildini.
Í Klaksvík tók Stjørnan ímóti Neistanum. Neistan vann dystin 22-28 eftir hálvleiksstøðuna 10-14. Mina Sirdal og Tóra Eliasen fingu hvør síni 6 mál fyri Stjørnuna. Ingunn Kristina Persson fekk 5 mál fyri Neistan.
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 7 | 196 | 153 | 43 | 11 |
H71 | 5 | 145 | 123 | 22 | 10 |
NEISTIN | 7 | 164 | 146 | 18 | 9 |
KYNDIL | 6 | 135 | 160 | -25 | 4 |
STJ??RNAN | 6 | 138 | 150 | -12 | 3 |
STÍF | 7 | 134 | 180 | -46 | 1 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald