Ítróttur

VÍF er nú trý stig á odda í Okkara-deildini

...

2018-10-21 16:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tað hava verið 3 dystir leiktir í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti um vikuskiftið.

Í gjár tók Neistin ímóti oddaliðnum VÍF. Tað var heimaliðið ið legði betri út, og var á odda 5-3 eftir 7. min. Hálvleiksstøðan var 13-13. Í seinna hálvleiki fekk Neistin bert 10 mál, meðan VÍF fekk 16. VÍF vann dystin 23-29. Sjúrður Olsen fekk 7 mál fyri VÍF, og Tróndur Kragesten fekk 6 mál fyri Neistan.

Meistarnir frá í fjør H71 tóku í dag ímót Team Klaksvík. Tað skuldu ganga heili 16. min. til Team Klaksvík fekk sítt fyrsta mál, og tá hevði H71 longu fingið 8. Men tá kom Team Klaksvík eisini ordiliga fyri seg, og var støðan 14-12 í hálvleikinum. H71 vann dystin 30-24. Fyri H71 fingu 4 spælarar 5 mál hvør, teir vóru Rùni V. Højgaard, Leivur Mortensen, Brandur Halgirson og Peter Krogh. Sámal á Tjaldrafløtti fekk 10 mál fyri Team Klaksvík.

Mest spennandi dysturin hetta vikuskiftið var á Hálsi í Havn í dag, tá ið Kyndil tók ímóti StÍF. StÍF fekk eina góða byrjan uppá dystin, og vóru á odda 3-7 eftir 17. min. Hálvleiksstøðan var 10-11 til StÍF. Kyndil kom betri frá byrjan, og eftir 48. min. var støðan 18-14 til Kyndil, men so kom gongd aftur á hjá StÍF, sum vann dystin 22-23. Rógvi D. Christiansen fekk 5 mál fyri Kyndil, og Jóannes Prestá fekk 8 mál fyri Strandingar.

Støðan:

DystirVunnin málTapt málMunurStig
VÍF5138116229
KYNDIL6140127136
NEISTIN512111386
H71512111656
STÍF5116132-164
KÍF5118120-23
TEAM KLAKSVÍK5115145-302

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder