Tað sigur Andrias Eriksen, liðskipari hjá VÍF.
Í hondbóltsbygdini Vestmanna er spenningurin altíð stórur til eitt nýtt kappingarár. VÍF er vanliga við fyri at vinna, men liðskiparin torir ikki at seta so høg mál.
VÍF hevur nevnliga mist sín spæliskipara, Julian Olsen. Afturat honum er strikuleikarin, Miki Duko Sørensen farin aftur til Grønlands, meðan Hallur Arason stríðist við ein skaða. Einasta tilgongd er Magnus Múller, sum royndi seg í KÍF farna kappingarár.
??? Hópurin er ikki eins breiður, sum hann hevur verið, so tað er týdningarmikið, at sleppa undan skaðum. At halda støðið verður væntandi okkara størsta avbjóðing í ár, sigur liðskiparin.
VÍF hevur framvegis mest skorandi leikara á liðnum, Filip Jojic, og føroya besta málverja, Mladen Mjerimacka. Vestmenningar eru eisini komnir væl frá byrjan. Eftir trý umfør hava teir vunnið tveir dystir og spælt ein javnleik, og fleiri ungir leikarar hava prógvað, at dugur er í teimum.
??? Tað sær út til, at øll lið kunnu taka stig frá øllum, so tað er nakað, sum bendir á, at tað verður eitt spennandi kappingarár. Vit fara í øllum førum at gera okkara ítarsta at gera okkum galdandi um fremstu plássini, sigur Andrias Eriksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald