
Niðanfyri verður í stuttum greitt frá nøkrum av grundgevingunum fyri atgóðkenna hækkanina av elprísunum í 2019við 10 oyrum /kWt (12,50 oyrum/kWt við MVG).
Tvær høvuðsorsøkir eru til góðkenningina av hækkingini:
1) Oljuútreiðslurnar hjá SEVvæntast at verða 65 mió kr. hægri í 2019 enn tær vóru í 2016 (tá iðoljuprísurin var uppá sítt lægsta), sí talvu niðanfyri.
2) Vindmyllulundirnar eruseinkaðar, og ger hetta at ágóðin av spardum oljuútreiðslum kemur seinni ennáður mett.
Oljuútreiðslur og oljunýtsla hjá SEV frá 2013 til 2020:
2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 | |
Oljuútreiðslur | 167.934 | 141.500 | 86.196 | 50.911 | 84.741 | 105.561 | 116.077 |
Oljunýtsla í tonsum | 37.540 | 31.979 | 27.488 | 33.912 | 35.050 | 38.838 | 41.187 |
Sum tað framgongur vóru útreiðslur til olju hjá SEV í 2016 51 mió. kr.,meðan oljuútreiðslurnar í 2019 væntast at verða 116 mió kr., t.v.s. ein hækkingvið 65 mió.kr. Eisini kann vísast á, at í 2013 vóru oljuútreiðslurnar 168mió.kr., sum vísir, hvussu stóra ávirkan sveiggj í oljuprísunum hava árakstrarútreiðslurnar hjá SEV og harvið eisini óbeinleiðis á elprísin.
Í talvuni niðanfyri er gongdin í elprísunum til privat húsarhald víst frá2013 til 2019:
Ár | 2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 |
Elprísur | 1,89 | 1,89 | 1,89 | 1,89 | 1,83 | 1,76 | 1,89 |
Sum tað sæst, er elprísurin eftir hækkanina í 2019 hin sami sum hann var í2013 til 2016. Sum eisini sæst hava elprísirnir ligið á eini rættuligastøðugari legu seinastu nógvu árini.
Viðmerkjast skal, at elprísirnir fyri ídnaðarkundar lækkaðu ikki í 2018, táið elprísirnir lækkaðu 5 oyru/kWt til aðrar brúkarabólkar. Og nú hækka teir 10oyru kWt.
Búskapurin hjá SEV
Eitt av fremstu málunum hjá elveitingareftirlitinum er at ansa eftir, atelprísirnir ikki eru hægri enn neyðugt, soleiðis sum ásett er íelveitingarlógini. Onnur týðandi atlit eru tó eisini, ið skulu avvigast í muntil sjálvan elprísin, og eru hesi serliga veitingartrygdin hjá SEV, útbyggingav varandi orkukeldum og atlit til kapping, serliga innan vindorkuøkið.
Í 2019 væntast samlaða lániskuldin hjá SEV at verða 1,5 mia. kr, og alteftir í hvussu stóran mun SEV (heilt ella partvíst) fer at standa fyri teimumútbyggingum, sum eru fyri framman á elorkuøkinum, so kann samlaða lániskuldinhjá SEV fara at vaksa upp til 2,4 mia. kr. í 2025.
At elveitingareftirlitið kann góðkenna, at SEV hevur havt yvirskot írakstrinum millum 50 og 100 mió kr. seinastu árini, skal síggjast í mun til øktavirksemið, sum elfelagið stendur yvir fyri. Tí tekur eftirlitið eisini undirvið innanhýsis málinum hjá SEV, at samlaða lániskuldin ikki eigur at verðastørri enn 6 ferðir rakstrarinntøkuna hjá felagnum, áðrenn rentur ogavskrivingar. Til samanberingar kann nevnast, at kommunurnar kunnu einans havaeina samlaða lániskuld, sum er eina ferð ársinntøkuna (eina álíkning).
Tað hevur alstóran týdning, at SEV hevur ein búskap, sum stendur mát viðtýðandi og øktu samfelagsuppgávurnar, sum elfelagið hevur fyri framman.
Atlit verða tó alla tíðina tikin til, at SEV verður rikið effektivt, sumelveitingarlógin leggur upp til, og ítøkilig effektiviseringsmál verða sett,sum kunnu eftirmetast frá einum tíðarskeiði til annað. Týðandi í hesumsamanhangi er á tí einu síðuni at hyggja at útreiðslustrukturinum hjá SEV, og áhini síðuni at gera átøk, sum kunnu skunda undir elektrifiseringina. Hesi bæðisíðst nevndu hava avgerandi ávirkan á rakstrarúrslitið og harvið á samlaðabúskapin hjá SEV.
Kapping innan vindorkuøkið kann eisini hava positiva ávirka áelveitingarøkið sum heild, í tann mun aðrir aktørar enn SEV kunnu bjóða segfram til kappingarførar prísir. Umframt at hetta kann viðvirka til, at samlaða lániskuldin ogharvið búskaparligi váðin hjá SEV verður lægri, kann hetta eisini í aðra máta havapositiva ávirkan búskapin hjá SEV, og verða við til at skunda undirútbyggingarnar av varandi orkukeldum.
Oljufýring ella hitapumpa
Niðanfyri er dømi, sum vísir, hvussu nógv hækkaði oljuprísurin seinastuárini hevur økt um útreiðslurnar hjá einum vanligum húsarhaldi, sum nýtiroljufýring til upphiting og sum nýtir 3.000 litrar av olju um ári:
Ár | Oljunýtsla litrar | Kr/litur | Kostnaður |
2016 | 3000 | 4,97 | 14.910 |
2018 | 3000 | 7,6 | 22.800 |
Munur | 7.890 |
Sum sæst omanfyri, eru útreiðslurnar hækkaðar við kr. 7.890 um árið, við tíoljuprísi, sum í dag er galdandi, nevniliga kr 7,60 kr/litur, sæð í mun til4,97 kr/litur, tá ið oljuprísurin var lægstur í 2016.
Til samanberingar er dømi niðanfyri uppá húsarhald við hitapumpu(jarðhita), sum vísir útreiðslurnar av el til upphiting, og sum nýtir 7000 kWtum árið til upphiting:
Ár | Elnýtsla kWt | kWt prísur | Kostnaður |
2016 | 7000 | 1,89 | 13.230 |
2018 | 7000 | 1,76 | 12.320 |
2019 | 7000 | 1,89 | 13.230 |
Munur | 0 |
Sum tað framgongur er munurin á kostnaðinum 0 í dag í mun til 2016. Og tey,sum fingu sær hitapumpu í 2017 skulu tó rinda tilsvarandi hægri kostnað í muntil hækkanina av elprísinum. Samanumtikið kann staðfestast, at tað er einfyrimunur hjá teimum sum hava gjørt íløgu í hitapumpu, tí tey verða ikki raktav hækkandi oljuprísum í sama mun sum tey, ið hava oljufýring.
Broytiligir elprísir
Lógaruppskot er í løtuni til viðgerðar í løgtinginum um broytiligar(differentireraðar) elprísir.
??tlanin við lógaruppskotinum er, at SEV skal fáa heimild at áseta serliganprís fyri elnýtslu til góðkendar hitapumpur og til elbilar. Um hettalógaruppskot verður samtykt kann hetta verða við til at skunda undirelektrifiseringina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald