Tvørrandi áhugin millum læknar at søkja varastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum reisir sjálvsagt spurningin um leiðslubygnaðurin er hin rætti. Tí fari eg nú saman við avvarðandi pørtum gjølla at viðgera hendan spurningin.
-----
Í tveimum umførum hevur Heilsumálaráðið lýst leyst starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Sum vanlig mannagongd er, so hevur setanarnevnd mett um umsóknirnar og gjørt tilmæli til landsstýrismannin at taka støðu til.
Bert ein umsøkjari hevur verið til starvið og metti ein meiriluti í nevndini ikki, at umsøkjarin var skikkaður. Eg valdi at fylgja tilmælinum frá meirilutanum. Lítli áhugin fyri starvinum reisir fleiri spurningar, sum eg ynski at fáa lýstar og svaraðar, áðrenn onnur stig vera tikin.
Eg fari tí nú saman við Heilsumálaráðnum undir at viðgera leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum. Sum eg segði við útvarpið, so snýr tað seg um at finna fram eina loysn, sum er minst líka góð ella betri fyri tænastuna til sjúklingarnar.
Eingin avgerð verður tikin í óðum verkum. Sum vanligt er í málum sum hesum, farið eg viðgera spurningin grundiga og gjølla saman við avvarðandi pørtum, eitt nú sjúkrahúsleiðsluna, Læknafelagið, Serlæknafelagið, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Yngri læknar og øllum øðrum fakbólkum, sum starvast á Landssjúkrahúsinum.
Fyrsti fundurin í hesum høpi verður í dag seinnapartin.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald