Vinna

Vesturleiki hevur landað svartkalva í Klaksvík

...

2015-06-05 16:57 Author image
placeholder

 Sørvágstrolarin Vesturleiki landaði fyrr í vikuni góð 140.000 pund av svartkalva í Klaksvík.

Vesturleiki hevur roynt undir Føroyum, teir hava roynt mest sunnan- og eystanfyri hendan túrin. Teir frysta svartkalvan umborð.

Svartkalvaprísurin er góður, teir fáa uml. kr. 35/kg, sum skuldi givið uml. kr. 2,5 fyri veiðuna.

Hin sørvágstrolarin - Brestir - er við Eystur-Grønland, har teir kunnu fiska 300 tons, i´gjár høvdu teir 75 tons í lastini, veðurlíkindini hava ikki verið av teimum bestu við Eystur-Grønland.

Eisini er línuskipið Klakkur við Eystur-Grønland, teir fiska av eini toskakvotu, sum føroyingar eiga har, hvussu tað hevur gingist hjá teimum, vita vit ikki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder