2016-09-19 07:36
Línuskipið Vesturhavið hevur gjørt ein góðan túr við Ísland.
Vesturhavið kom á Runavík mitt í nátt, teir hava 135.000 pund, tann størsti parturin er toskur.
Vesturhavið skal landa til Faroe Origin í morgun.
Vesturhavið fór úr Føroyum 4. september, teir royndu fyrst útfyri Eysturlandinum og seinni á Suður- Eysturlandinum.
Teir hava verið 14 mans við hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald