2016-06-29 07:20
Gulllaksaskipini Vestmenningur og Skoraberg landa í morgun í Kollafirði, teir komu inn tíðliga í morgun.
Tilsamans hava teir 210 tons av gulllaksi, sum verður landaður til Faroe Pelagic.
Vestmenningur og Skoraberg hava hendan túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi, heilt suður ímóti ES-markinum.
Hini gulllaksaskipini royna vestur av Føroya Banka.
Polarhav og Stjørnan komu á Klaksvík í fyrradagin, tí ein maður var blivin sjúkur - teir høvdu 100 tons, sum teir landaðu áðrenn teir fóru út aftur - Tavan keypir veiðuna hjá Polarhav og Stjørnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald