2016-05-18 07:08
Gulllaksaskipini Vestmenningur og Skoraberg komu á Kollafjørð tíðliga í morgun við 240 tonsum av gulllaksi, sum teir landa til Faroe Pelagic, teir byrjaðu at landa nú kl. 8.
Vestmenningur og Skoraberg hava fiskað í 6 dagar, teir hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi allan túrin.
Skipini fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald