Vinna

Vestmenningur og Skoraberg fullfermdir av gulllaksi

...

2015-05-21 12:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmenningur og Skoraberg komu á Kollafjørð í morgun, báðir fullfermdir av gulllaksi - uml. 290 tons, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Teir hava hendan túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har hini gulllaksaskipini eisini hava roynt, tað hevur verið góður fiskiskapur, og eisini góður gulllaksur skipini hava fingið.

Tað eru 14 mans við Vestmenningi og Skoraberg.

Skipini fara nýggjan túr í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder