2014-05-08 05:04
Vestmenningur og Fram sigla inn, teir skulu landa í Kollafirði, har teir verða um 8 tíðina hósmorgunin.
Vestmenningur og Fram hava tilsamans uml. 400.000 pund av gulllaksi.
Teir hava hendan túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi, suður ímóti miðlinjuni.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin sigla eisini inn, teir plaga at landa á Toftum, harfrá verður gulllaksurin koyrdur til Tavuna í Leirvík. Vit vita ikki í løtuni hvat Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald