2014-05-22 14:39
Vestmenningur og Fram komu á Kollafjørð í nátt við 260 tonsum av gulllaksi, sum verður landaður til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Vestmenningur/Fram og hini gulllaksaskipini hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi - á uml. 60N og 7V, har hevur verið gott fiskarí.
Í gjár landaðu Stjørnan og Polarhav á Kósini og í dag landa Vesturbúgvin og Eysturbúgvin á Toftum.
Les: Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald