Bókin greiðir frá øllum staklutum í nýggju umvælingini, frá hátíðarløtum í kirkjuni, frá teimum mongu, ið hava tænt kirkjuni væl og eyðvitað við fullfíggjaðum yvirliti yvir jarðarferðir, so hon samstundis eisini er forvitnislig kelda hjá teimum mongu, ið dagliga práta um ætt og skyldfólk. Navnalisti er eisini í bókini.
Bókin fæst í bókabúðum kring landið og í Á-handlinum og Magn í Vestmanna fyri 348,- kr
Fólk koma eisini í hvørt hús í sóknini við bókini. Tá ber til at ogna sær hana fyri 300,- kr.
??tlanin var sjálvandi at skipa fyri framløga, so vit øll her í bygdini og útlagnir vestmenningar kundu savnast til eina hugnaløtu við røðum, tónleiki og einum kaffimunni, men hesum tarnaði Korona eisini.
Nú Vestmanna kirkja fyllir 125 ár, er hon at síggja til ikki sama kirkja, sum hátíðarhelt 100 ára dagin í 1995.
Hon hevur broytt útsjónd uttan sum innan.
Stórar hátíðarløtur var hon vorðin ov trong, og tí varð hon longd vestureftir. Uppískoytið, sum er í vøkrum samljóði við gomlu kirkjuna, er týðiliga frámerkt við gamla múrinum, sum skorið er ígjøgnum, so gamla laðingina sæst sum eitt vakurt mark millum farna og nýggja tíð.
Ein tann serstakasta broytingin innan er, at bláa hválvið við stjørnumyndunum varð tikið niður, og tá kom undan kavi vakri upprunaviðurin, sum setur sín fjálga og sjaldan friðsæla dám á skipið.
Inni í kór stendur meistarverkið Lívsins træ eftir Astrid Andreasen, sum eygað ikki møðist av, og framman fyri tað standa vøkru snikkaraavrikini hjá Jóhannes Bjørgvin ??? prædikustólur og dópsfontur. Alt listaliga væl frágingið, so tú kanst njóta alt avrikið í sínum einfeldi dag eftir dag.
Ein sjaldsama friðsæl, einføld og vøkur kirkja, sum vestmenningar eru góðir við.
Vestmanna kirkjuráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald