
Mint verður á, at í sambandi við royndarverkætlanina við sjóvarfalstøkni í Vestmannasundi er økið friðað fyri allari fisking og sigling
Neyðugt er at fara varliga fram kring verkætlanararøkið í Vestmannasundi. Sjóvarfalsdrekarnir eru festir í undirstøði á botni, og teir sveima runt í sjónum í einum 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir elorku.
Verður eitt nú fiskað tætt við drekarnar er vandi fyri, at línan fløkist í útgerðini. Hetta kann skaða bæði reiðskapin og drekarnar.
??kið er tí friðað fyri alla sigling og allan fiskiskap í tey tvey árini, royndarverkætlanin varir. ??kið ella sonevndi kassin á sjókortinum, sum vísir verkætlanarøkið, liggur mitt í sundinum ??? millum Oyrargjógv á vágalandinum og Egilsnes á streymoyarlandinum.
Tað ber til at síggja knattstøðurnar fyri kassan á Google Maps, sum vísir neyva verkætlanarøkið í fartelefonini. Verkætlanarøkið er eisini sjónligt á www.fishin.fo.
Steðga undir grindarakstri
Um tað gerst neyðugt at reka grind ígjøgnum Vestmannasund, skal sýslumaðurin boða vakthavandi á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna frá. Drekarnir verða síðani steðgaðir, so teir ikki órógva raksturin.
Um illa vil til, og útgerð ??? antin hjá einum sjálvum ella hjá SEV ??? fær skaða, so skal SEV boðast frá. Er okkurt hent, so at vandi er á ferð, ella er okkurt áfatt, sum kann hava vanda við sær, er umráðandi at boða sjóbjargingarstøðini, MRCC, frá beinanvegin.
Tak niður
Yvirlit yvir verkætlanina og friðaða økið.
Les meira
Sjóvarfalsorka - eitt ískoyti til føroysku umleggingina til reina elorku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald