Ítróttur

Venjing í Kvívík

...

2018-04-11 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mikudagin kl. 16:30 verður venjing fyri børn í Kvívík. ??ll eru hjartaliga vælkomin. Væntandi verður vant mánadagar og mikudagar, men nærri verður avtalað alt eftir hvussu tað passar børnunum.


07 Vestur er stovnað við málinum at verða fótbóltsfelag fyri vesturøkið, umfatandi Vestmanna, Kvívík og Vágar. Í nógv ár aftureftir hava leikarar av vestursíðuni av Norðstreymoy ferðast vestur at venja, men framyvir er ætlanin at skipa regluligar venjingar eystaru megin sundið eisini.

Í tráð við ætlanirnar fyri ungdómsarbeiðið hjá 07 Vestur, hevur felagið sett tveir ungdómsvenjarar uppá fulla tíð. Sum høvuðsungdómsvenjari er gøtumaðurin Svenn Olsen júst byrjaður, og hann kemur at standa fyri venjingini í Kvívík.

Svenn hevur A-prógv sum er hægsta venjaraútbúgving, ið takast kann í Føroyum. Hann kemur úr Víkingi, har hann hevur starvast í áravís sum venjari og vegleiðari hjá ungum og vaksnum leikarum. Svenn hevur eisini starvast sum leiðbeinari og ungdómslandsliðsvenjari hjá Fótbóltssambandinum.
07 Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder