Ítróttur

VB vann við 10 málum á Stjørnuni

...

2017-11-26 16:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag tók VB móti Stjørnuni í hvonn-deildini hjá kvinnum í hondbólti.

Fyrstu 20. minuttirnar gekk javnt á, tá ið 21. min. vóru leiktir var støðan 9-8 til VB, men so fekk VB nøkur mál meðan tær kláraðu at halda Stjørnuni vekk frá teirra málið, hálvleiksstøðan var 14-9. VB vann dystin 29-19.

Málskjúttar:

VB: Agnes Fallesen 7, Bára K. Mortensen 5, Barbara K. Hjelm 4, Caroline Ladefoged 3, Mathilde Pedersen 3, Rannvá Johannesen 3, Rúna M. Jacobsen 2 og Guðrið K. Augustinussen 2.

Stjørnan: Tóra Eliasen 5, Jansy Jacobsen 4, Mina Sirdal 4, Jórun B. Nielsen 2. Miriam Bethuelsdóttir 1, Kristina Poulsen 1, Monika P. Jacobsen 1 og Hervør Olsen 1.

Støður: 

5. min. 4-2

10. min. 5-3

15. min. 8-5

20. min. 9-7

25. min. 13-8

30. min. 14-9

35. min. 16-11

40. min. 18-13

45. min. 21-13

50. min. 23-14

55. min. 26-17

60. min. 29-19

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder