Ítróttur

VB vann 26-23 á H71

...

2017-11-05 20:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Hvonn-deildini tók H71 í dag móti VB. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og skiftus liðini at vera á odda. Hálvleiksstøðan var 10-10. Tað var H71 ið fekk betri byrjan uppá seinna hálvleik, men eftir 37. min. var aftur javnt. So skiftus liðini aftur at vera á odda, men tá ið 53. min. vóru farnir var H71 á odda 22-20. VB vann dystin 23-26.

H71: Maria H. Weyhe 8, Silja Sámalsdóttir 3, Fía E. Hoydal 3, Durita T. Joensen 3, Sanna S. Gunnarstein 3, Karin Simonsen 1, Anna á Steig 1 og Katrin V. Højsted 1.

VB: Agnes Fallesen 6, Bára K. Mortensen 6, Gurið K. Augustinessen 4, Caroline Ladefoged 3, Rannvá Johannesen 3, Mathilde M. Pedersen 2, Rúna M. Jacobsen 1 og Laila J. Eysturberg 1.

Støður:

5. min. 2-3

10. min. 4-4

15. min. 5-4

20. min. 7-8

25. min. 8-9

30. min. 10-10

35. min. 14-12

40. min. 14-15

45. min. 17-18

50. min. 20-20

55. min. 22-22

60. min. 23-26

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder