Ítróttur

VB tekur sítt lið úr hvonn-deildini

...

2018-08-13 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
VB sum endaði á einum 3. plássið seinasta kappingarár í bestu kvinnudeildini í hondbólti hevur valt at tikið liðið úr kappingini til komandi kappingarár. 

Formaðurin í VB, Bogi Mortensen, váttar tíðindini fyri JN.fo, og sigur at tíverri fær VB ikki mannað lið til komandi kappingarár.

Tær ið vóru á ítróttaskúlanum í Vági seinasta kappingarár eru farnar heim aftur, og aðrar úr Suðuroynni eru farnar av landinum í lestrarørindum. Afturat tí eru fleiri av teimum eldru spælarunum givnar at spæla hondbólt. Frágongdin frá seinasta kappingarárið hevur verið um 10 spælarar.

Bogi Mortensen sigur víðari, at VB fer at leggja dent á ungdómsarbeiði og málið er at koma aftur í hvonn-deildini aftur um ikki ov langa tíð.

Tað er sera harmuligt fyri kvinnudeildina at talið av liðum minkar úr 7 niður í 6.

VB var bert fýra stig frá einum finaluplássið seinasta kappingarár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder