Ítróttur

VB og VÍF vunnu - H71 og StÍF spældu javnt

...

2020-11-02 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fult umfar hevur um vikuskiftið verið í SMS-deildini hjá kvinnum.

Stjørnan tók leygardagin ímóti VB. VB vann dystin 29-32, eftir hálvleiksstøðuna 13-12 til Stjørnuna. Tóra Eliasen og Katrin Bertholdsen fingu hvør síni 7 mál fyri stjørnuna. Vladana Lazendic fekk 9 mál fyri VB.

Í Vestmanna tók VÍF í gjár ímóti Kyndli. VÍF vann dystin 23-20, eftir hálvleiksstøðuna 12-9. Agnas Olsen fekk 10 mál fyri VÍF. Bára K. Hansen fekk 9 mál fyri Kyndil.

Í Hoyvík tók H71 ímóti StÍF. Dysturin endaði við javnleiki 31-31, eftir hálvleiksstøðuna 17-18. Maria H. Weyhe fekk 10 mál fyri H71. Haruka Gima fekk eisini 10 mál fyri StÍF.
StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL82211705114
 H7172171813611
 NEISTIN72141664810
 VÍF8215225-108
 STÍF823823717
 VB8198244-464
 STJ??RNAN8190270-800

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder