Politikkur

Vága kommuna økir um vatn trýstið í býlinginum Norðuri í Heiðum í Miðvági

...

2016-10-10 13:26 Author image
placeholder

Vatntrýsið í teimum ovastu húsunum Norðuri í Heiðum í Miðvági er ov lágt. Tí hevur kommunan bílagt ein hydrofor at seta á vatnleiðingina. Hesin økir trýstið, so tað nøktar tørvin.

Í býlinginum eru í dag umleið 60 sethús, men nógv hús eru í gerð og arbeitt verður við at útstykkja til fleiri grundstykkir. Væntandi fer talið av sethúsum í býlinginum at nærkast teimum 100 um eini 2-3 ár, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder