Mentan

Vága kirkjubók framløgd á Giljanesi í kvøld

...

2021-02-10 23:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á samkomu í Skúlanum á Giljanesi í kvøld varð Vága kirkjubók 1797-1892 framløgd - tað er felagið Varðin ið gevur bókina út.

Nógv fólk vóru samankomin á Giljanesi til framløguna. 

Zakarias Wang gav frágreiðing um arbeiðið at geva Vága Kirkjubók út, samstundis sum hann takkaði Jóhan G. Mikkelsen fyri tað megnararbeiðið at skriva kirkjubøkurnar av, Jóhan G. Mikkelsen fekk handað fyrsta eintakið av bókini Vága kirkjubók 1797-1892.

Jógvan Ravnsfjall greiddi frá hvørjir prestar hava verið í Vágum, sera góð frágreiðing, hann nevndi eisini, at 35 prestar hava verið í Vágum síðan trúbótina.

Inga Poulsen Dam sóknarprestur hugleiddi um kirkjubøkur og um at føra kirkjubøkur.

Aftaná var drekkamunnur við góðum køkum.

Avritað og lagt til rættis: Jóhan Guttorm Mikkelsen.

??tgáva: Felagið Varðin.

Perma: Føroyaprent.

Permmynd: Ingi Joensen, kórið í Gøtu kirkju.

Umbrotið, prentað og heft: Føroyaprent.

Vit tóku nakrar myndir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder