Vinna

Váðasteinur keyptur til Toftir

...

2014-06-13 15:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nes kommuna: Línu- og garnaskipið Váðasteinur, sum Jóhan í Hoyvík lat byggja í 1977, er keypt inn á Toftir av nýstovnaða felagnum, P/F 19. mai 2014.

Váðasteinur er í veiðubólki 3 og fiskar við línu, men hevur eisini garnaloyvi til svartkalva.

Váðasteinur bleiv bygdur á Tórshavnar skipasmiðju í 1977, og fekk nýggjan motor í 2003.

Í løtuni er Váðasteinur til fiskiskap, so nýggju eigararnir yvirtaka ikki skipið fyri enn hesin túrurin er liðugur. ??tlanin er at yvirtøkudagurin verður á Jóansøku 24. juni.

Tað eru fleiri lokalir íleggjarar, sum hava sett pening í nýggja felagið. Martin V. Heinsen er nevndarformaður og stjóri er Niclas Davidsen.

Borgarstjórin í Nes kommuna, Jóhannus Danielsen, fegnast um at eitt skip er komi til kommununa afturat, og ynskir nýggju eigarunum til lukku við skipakeypinum og blíðan byr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder