Ítróttur

??tvið 1000 fólk til Føroya vakrasta hálvmaraton (kunning)

...

2018-08-31 08:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

984 renna úr Gásadali til Sandavágs. Málið er við kirkjuna í Sandavági.

Startpakkar kunnu heintast á Giljanesi fríggjakvøldi kl. 19-21 og frá kl. 8 leygarmorgunin.
Tey sum ganga hálvmaraton fara við bussi frá Giljanesi kl. 9.00 og tey sum renna hálvmaraton fara kl. 10.

Á rutuni er horntónleikur við K??JAK á flogvøllinum, og DJ Michael Anthony Charles diskar við málið.

Á rutuni eru vegvísarar, men tað eru eisini støð har, sum tað eru strikur á vegnum, ið vísa veg.

Vatnpostar eru hvørjar 5 km, tann fyrsti er í Bø, síðani í Sørvági, á Flogvøllinum og á Vatnavegnum ??? Leitinum.

Um ves: Sørvágs Kommuna hevur leiga okkum vesvognar í Gásadali, vesini í skúlanum í Sørvági eru tøk, á Flogvøllinum eru ves, gamla kommunuskrivstovan í Miðvági er opin og harumframt eru tey almennu vesini tøk.

Vatnavegurin er stongdur frá kl. 11:30 til 13:00.

Niðan úr Sørvági verður runnið eftir gamla vegnum niðan á flogvøllin. Á terminalinum er vatn, saft og søtt at fáa. Runnið verður framvið terminalinum og niður av parkeringsplássi og eftir traðarvegnum, tvørturum høvðusvegin og oman eftir gamla vegnum til Vatnsoyrar. Síðan verður runnið á Vatnavegnum til Miðvágs og Sandavágs.

Frugt og vatn er á málinum, laksur frá Hiddenfjord við eplamorl, kaffi og kakur verður á skúlanum á Giljanesi.

Um viðføri: Tit kunnu leggja taskur á Giljanesi, men tað er uppá egna ábyrgd.

Umklæðingarhølir: Til ber at klæða um bæði áðrenn og aftaná inni á Giljanesi, umframt møguleiki fyri at fara undir brús.

Parkering: Legg til merkis jú fleiri vit eru jú størri umhugsni mugu vit vísa, tað er avmarkað parkeringsmøguleikar, so vinarliga takið bussin, koyrið saman og líknandi fyri at avmarka tørvin á parkering. Ongin parkering fram við høvðusvegnum.

G??ÐAN T??R ??LL SOMUL

Stuðlar: Hiddenfjord, Vága floghavn, EUR express, Sørvágs kommuna, Vága kommuna, FK, Føroya Bjór, og nógv sjálvboðin vágafólk.

Information about Faroe Islands Most Beautiful Half Marathon

The registration is at the local school / sports hall Giljanes, between the villages Miðvágur and Sandavágur from 8am. At 10am (9am for walkers) buses will start to transport participants to the village of Gásadalur where the race starts at 11am. Finish line is by the church in Sandavágur.

You can change and leave your belongings at the school and if you need to take something with you on the bus, it will be brought back to the school, where showers, lunch, coffee and cake will be served.

On the route where there are some changes in direction, people will be standing and guide you where to go. Water post will be for every 5km and toilets will be available in the school in Sørvágur, airport and Miðvágur at the old council house.

LOOK FORWARD TO SEEING YOU AND WISH YOU A GOOD RACE AND ENJOY THE VIEW!

Sponsors: Hiddenfjord, Vágar airport, EUR express, Sørvágs council, Vága council, FK, Føroya Bjór, og and a lot of volunteers from our island.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder