Ítróttur

??ttøkukapping til NM fyri børn

...

2019-11-24 10:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag 24. novembur verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020. 10 føroyskir telvarar sleppa við.

Telvað verður í skúlanum á Giljanesi í Sandavági. Byrjað verður kl. 14.

Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tó er tað soleiðis í bólki E, at bara 8 teir bestu telvararnir í undankappingini, kunnu koma við til NM.

Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 2000 til 2002
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2003 og 2004
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2005 og 2006
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2007 og 2008
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2009 ella seinni

2 tey bestu í finaluni sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020. Vinnarin verður Føroyameistari.

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik.

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 22. novembur kl. 20.00:

send teldupost til:[email protected] ella sms til 271404

Vinaliga upplýs navn og føðingardag hjá telvaranum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder