Í Føroyum eru trupulleikarnir við ungdómsarbeiðsloysi ikki so eyðsýndir, sum í stórum pørtum av Evropa. Hetta kemst millum annað av, at Føroyar søguliga hava knýtt útbúgvingarmøguleikar saman við tørvin hjá føroyska vinnulívinum. Hetta var ein av boðskapunum í røðuni hjá løgmanni á Norðurlandaráðsfundinum í Oslo í gjár. Eitt høvuðsevni á fundinum var ???Ungdommen i Norden???.
- Í kjalarvørrinum av altjóða fíggjarkreppuni er ungdómsarbeiðsloysið ein stórur trupulleiki. Fimti hvør millum 15-24 ár er arbeiðsleysur í ES. Tað verður tosað alment um ???Generation jobless???. Um okkara unga ættarlið ikki fær samband við arbeiðsmarknaðin, fær tað avleiðingar í framtíðini, tí gransking vísir, at tað verður truplari hjá teimum ungu at finna fótafestið á arbeiðsmarknaðinum, um tey á ungum árum eru arbeiðsleys, vísti løgmaður millum annað á.
Løgmaður nýtti høvi í røðu síni til at greiða nærri frá royndunum í Føroyum við ungdómsarbeiðsloysi.
- ??tbúgvingarpolitikkurin í Føroyum hevur søguliga í stóran mun lagt dent á, at tørvurin hjá arbeiðsmarknaðinum serliga innan maritima økið hevur endurspeglað, hvørjar útbúgvingar verða bodnar út. Í Føroyum hava vit eisini ein ungdóm, sum veruliga kýtir seg fyri at finna eitt arbeiði. Hesi viðurskifti gera sítt til, at ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum er lutfalsliga lágt sammett við onnur lond. Kortini hava Føroyar stórar avbjóðingar í at varðveita unga fólkið í Føroyum. Hetta er tann størsta avbjóðingina hjá føroyska samfelagnum í løtuni, segði Kaj Leo Holm Johannesen millum annað.
Røðan hjá løgmanni kann lesasther:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald