Nevndin í ??rvalihevur játtað 18 umsóknum tilsamans 1,87 milliónir krónur í stuðli tilúrvalsítróttin í 2021. Korona hevur við sær, at eingin almenn handan verður íár
Áhvørjum ári metir nevndin í ??rvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Íár fáa 18 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar ogbólkar. Hægsta einstaka upphæddin er 400.000 krónur, og lægstu upphæddirnar eru30.000 krónur.
Svimjinginfær tilsamans 450.000 krónur. 400.000 krónur eru játtaðar Hondbóltssambandinumtil U19-landsliðið hjá monnum. Fimleikurin fær íalt 360.000 krónur, taekwondofær tilsamans 350.000 krónur, Flogbóltssambandið fær samanlagt 200.000 krónurtil U17/19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum ??? 100.000 krónur til hvørtliðið ??? og frælsi ítrótturin fær tilsamans 110.000 krónur. Samanlagt er talanum beinleiðis stuðul til 14 úrvalsíðkarar og 4 lið/bólkar.
Orsakaðav korona verður eingin almenn handan í ár við Jenisi av Rana, landsstýrismannií ítróttamálum, men landsstýrismaðurin veitir kortini ítróttinum eina stuttaheilsan.
-Lívið í frástøðu hevur í stóran mun stolið frælsið frá okkum øllum í næstaneitt ár, og hetta hevur eisini rakt ítróttin hart. Men tað er íbygt í okkummenniskju, at vit altíð leita eftir vónini.
Taðber boð um eina sterka vón, at vit við úrvalsstuðlinum kunnu staðfesta, atúrvalsítrótturin í Føroyum ikki er viknaður farna árið. Støðið er tvørturímótihækkandi.
Mínvón er, at vit næstu ferð, úrvalsstuðulin skal handast, kunnu hava eina almennahandan, og at vit tá aftur uttan avmarkingar kunnu fylkjast um virðismiklaítróttin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í ítróttamálum.
Nevndiní ??rvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, atføroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.
-Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja vælskikkaðar umsøkjarar, hóast farna árið hevur verið trupult, og tað tykist sum, athópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur RagnarJoensen, nevndarformaður í ??rvali.
24umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2021, og søkt var um tilsamans fimmmilliónir krónur.
??rval - yvirlit yvir játtaðar umsóknir | ||
Íðkari/lið | Sersamband | Játtað |
U17/19 dreingir | Flogbóltur | 100.000 |
U17/19 gentur | Flogbóltur | 100.000 |
Rani Allanson Dalsgarð | Fimleikur | 150.000 |
Gunnvá Mørkøre | Fimleikur | 30.000 |
Sólja Fei Muller | Fimleikur | 30.000 |
Astrið Breckmann | Fimleikur | 80.000 |
Aron D. Jacobsen | Fimleikur | 70.000 |
Rebekka Fuglø | Frælsur Ítróttur | 80.000 |
Maria Biskopstø | Frælsur Ítróttur | 30.000 |
U19 menn | Hondbóltur | 400.000 |
Signhild Joensen | Svimjing | 150.000 |
Vár Eidesgaard | Svimjing | 140.000 |
Róland Toftum | Svimjing | 100.000 |
Bartal Eidesgaard | Svimjing | 30.000 |
Yngri úrvalssvimjarar | Svimjing | 30.000 |
Høgni Kunoy Dávason | Taekwondo | 150.000 |
Markus Davisson Vazquez | Taekwondo | 100.000 |
Oda Weihe | Taekwondo | 100.000 |
| | 1.870.000 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald