Mentan

??rslitið av Landsseyðasýningini 2020 verður kunngjørt í

...

2020-11-14 11:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld 14.11.2020 kl. 19.20 verður úrslitið av Landsseyðasýningini 2020 almannakunngjørt í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Sýnsmenn hava aftur í ár verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Í ár hava teir verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni og suðuri í Suðuroy.

Sent verður beinleiðis av Búnaðarstovuni, har greitt verður frá seyðasýningini og prátað verður við bøndur og seyðamenn kring landið um seyð og seyðasýningar.

Landstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Helgi Abrahamsen, fer at kunngera úrslitið.

Eins og undanfarin ár, verður tað Ari Johanneson, ið fer at leiða okkum gjøgnum tiltakið. Vegna Koronu ber ikki til at skipa fyri einum almennum tiltaki í ár.

Skrá fyri sendingina:

· Vælkomuheilsan og sangurin ???Nú hvítna tindar fjøllum á???.

· Ari Johanneson greiðir frá, hvussu sendingin verður skipað.

· Videobrot av luttakandi seyðunum verður víst. Millum videobrotini verða samrøður við bøndur og seyðamenn, sum hava seyð við í Landsseyðasíningini.

· Videobrot av 8 teimum bestu seyðunum í hvørjum bólki, veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

· Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Helgi Abrahamsen, kunnger vinnararnar í hvørjum bólki.

· Ari Johanneson endar sendingina við upplýsingum um, hvussu vinnararnir kunnu heinta virðislønirnar.

Sendingin varðar væntandi í hálvan annan tíma.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder