Dómsnevndin hevur viðgjørt kærurnar, um avgerð hjá nevndini í Róðrarsambandið Føroya, um róðurin hjá 5-mannaførum gentum á Eystanstevnu tann 16. juni 2018, skuldi rógvast umaftur.
Dómsnevndin hjá Róðrarsambandi Føroya hevur á fundi 1. juli viðgjørt kærurnar frá Argja Róðrarfelag og Hósvíkar Róðrarfelag, um avgerðina hjá nevndini í Róðrarsambandi Føroya, um at róðurin hjá 5-mannaførum hjá gentum á Eystanstevnuni 16. juni 2018, skuldi rógvast umaftur.
Í samband við viðgerðinna hevur dómsnevndin brúkt viðkomandi tilfar í málinum, havt samtalur og nýtt viðkomandi lógir og reglugerðir.
Vísandi til grein 9 punkt 2 í reglur fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum, metir dómsnevndin seg ikki hava heimild til at broyta meting dómarans í kapping. Dómsnevndin kemur tí til ta niðurstøðu, at Argja Róðrarfelag og Hósvíkar Róðrarfelag fáa viðhald í kæruni. Dómsnevndin kemur tí somuleiðis til ta niðurstøðu, at úrslitið av róðrinum hjá 5-mannaførum hjá gentum á Eystanstevnu stendur við.
??rskurðurin hjá dómsnevndini kann, samb. grein 4, undir kærir, av pørtum kærast til Ítróttardómstólin, og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi sjey samdøgur eftir, at partarnir hava fingið kunnleika um úrskurðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald