2020-11-13 14:53
Í dag gevur nýggi bólkurin Einangran sína fyrstu EP og videolag út. Einangran eru Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann, ið eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronasóttin legði landið lamið í mars 2020.
Tey vóru bæði ávegis til ymisk lond í sambandi við soloverkætlanir, tey høvdu, tá tey strandaðu í somu íbúðini. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik, meðan tey bíðaðu eftir, at heimurin læt mørkini upp aftur.
Millum annað settu tey sær fyri at framføra eitt lag hvørt kvøld klokkan 18.00, sum tey stroymaðu beinleiðis á Instagram og Facebook. Hesar konsertir kallaðu tey koronakonsertir, og framførdu tey ikki færri enn 83 konsertir tilsamans hetta tíðarskeiðið.
Umframt at spæla koronakonsertir skrivaðu tey nýggj, føroysk løg saman. Hetta var fyrstu ferð, nakar av teimum hevði roynt seg at skriva á føroyskum, og samstundis var hetta teirra fyrsta samstarv við tí endamáli at geva út eina EP við fýra løgum.
Lea og Heiðrikkur settu seg í samband við navnfamu framleiðararnar, Janus Rasmussen, ið m.a. er kendur frá Byrta og Kiasmos, og Sakaris Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri t.d. Frum og Frostfelt.
Janus og Sakaris eru báðir búsitandi og virknir í Íslandi og tóku av uppgávuni at framleiða EPina hjá Heiðrikki og Leu. Samstarvið gekk fyri seg yvir netið av teirri orsøk, at ikki bar til at ferðast millum lond tað tíðarskeiðið, EPin varð innspæld og framleidd.
??rslitið av samstarvinum varð útgávan, Einangran, ið merkir eitt slag av isolatión á føroyskum.
Ein vøkur, akustisk EP, ið rúmar fýra sangir við tíðarleysum tónsetingum, ið stílfult blanda akustiskar og elektroniskar eindir.
Sangirnir sveima um iva, hug, longsul og ósvaraðan kærleika. Framleiðslan umfatar ljóðføri so sum gittar, klaver, synthesizerarar, bleyt slagtól og leikandi impulsir.
Bleytu og sveimandi røddirnar hjá Leu og Heiðrikki við samljóði og akkustiskum gittarum minna um Simon & Garfunkel og Sufian Stevens. Sangirnir eru innbjóðandi, uppfinningarsamir og lagvakrir, og framleiðslan er einføld, men tó fangandi og hugtakandi.
Fjøllistamanðurin, Heiðrikkur á Heygum, er m.a. kendur fyri pláturnar, Funeral og Illusions, har løg sum "Change of Frame", "Monster" og "Hope you´re Crying" gjørdust landaplágur.
Lea Kampmann hevur síðani 2017 givið út EPina, Common Blue (2017), og stakløgini Sail (2019) og Higher (2020).
Bæði hava tey vunnið FMA virðislønir. Lea fyri ársins einstakling í 2018, og Heiðrikkur fyri besta sangara í 2017, og fyri besta sjónbandalag í 2018.
Síggj nýggja videolagi til fyrsta staklagi "Kanska" her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald