Ítróttur

Ungu spælararnir størri leiklut

...

2018-09-27 06:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Neistin er mest vinnandi kvinnulið í Føroyum. Síðan 1943 hevur bláa havnarliðið vunnið FM-heitið 41 ferðir. Seinast neistakvinnur vunnu FM var í 2016.

Farna kappingarár endaði Neistin á einum fjórða plássi við 22 stigum, men hetta skal gerast betur.

Tað sigur Margit Weihe Fríðmundsdóttir, málverji hjá Neistanum.

??? Hópurin er rættiliga ungur í ár, men eg haldi kortini, at vit hava eitt gott lið. Vit hava vant miðvíst síðan mai og eru væl fyri, bæði kropsliga og mentalt, sigur málverjin.

Neistin hevur mist fleiri leikarar, men eisini fingið nakað av tilgongd.

Eir Berg, Marjun Danberg, Ása á Neystabø, Rannvá Dahl, Daniella Joensen og Birita Ingolfsdóttir eru ikki við. Afturat hópinum eru komnar Maja Dragoljubovic, málverji, og Rakul Magnussen og Jenný Kragesteen, sum báðar hava slitið sínar barnaskógvar í Neistanum.

Neistin spældi sín fyrsta dyst leygardagin, sum var móti Stjørnuni. Tær vunnu 23-20. Um vikuskiftið skulu tær royna seg móti hoyvíkskvinnum, sum Margit væntar verður ein harður kappingarneyti í ár.

??? Eg vænti at H71 og VÍF fara at klára seg væl í ár og at teir dystirnir verða okkara truplastu, men vit ætla sjálvsagt at leggja alt fyri at røkka steypa- og FM-finalunum, sigur Margit Weihe Fríðmundsdóttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder