Fyri fyrstu ferð hevur Badmintonsamband Føroya úttikið ein hóp av ungum leikarum, sum luttaka í ISI-Cup 2019 í Ikast. ISI-Cup er ein stór opin kapping. Í ár luttaka uml. 600 leikarar úr Danmark, Týsklandi, Svøríki, Íslandi og Føroyum.
Føroyar luttaka við einum hópi við 13 leikarum í rekkjunum U15M og U17/19M.
Teir 13 úttiknu leikararnir eru:
U15M
Adhya Nandi, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
U17/19M
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Miriam í Grótinum, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Ari M. Jacobsen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Vágsheyg, KBF
Ari Nandi, HBF
Hans Elttør, KBF
Rúni ??ster, HBF
Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF
Leikararnir hava fyrireikað seg væl til at møta sterku mótstøðuni í meistararekkjuni, og er hetta eisini við at menna tey sum badmintonleikarar.
Allir innleiðandi dystirnir í U15M og U17/19M, einmansleikur, tvímansleikur og blandaður tvímansleikur, verða leiktir í Herning leygardagin 2. mars, meðan hálvfinalur og finalur verða leiktar í Ikast sunnudagin 3. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald