Í góðveðrinum í gjár varð árliga BANKNORDIK-kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.
Kappingin varð í høvuðsheitum skipað sum ein stableford-kapping við fullum handikappi. Tó vóru eisini aðrar smærri kappingar. BANKNORDIK hevur stuðlað kappingini við vinningum. Eisini skipaði bankin fyri, at Anja Rein kom út á Glyvurnes at handa vinningarnar.
Unga stjørnuskotið, Jens Guttesen, var tann stóri vinnarin.
Í Stableford-kappingini vóru bestu úrslitini hesi:
1. Jens Guttesen 42 stig
2. Rógvi K, Hansen 40 stig
3. Bjarne Jørgensen 39 stig
Í slagkappingini var ein vinnari:
Jens Guttesen 84 sløg
Flest stableford-stig á fyrstu 9 holunum:
Jens Guttesen 21 stig
Tað liðið, ið hevði flest stableford-stig í meðal:
Jens Guttesen, Bjarne Jørgensen og Jógvan Amonsson
Eisini var kappast um at vera næst holinum á par 3 teigunum:
Á holi 2/11 Rógvi K. Hansen 143 cm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald