Vinnulig royndaveiða eigur at verða á øllum stongdum økjum fyri at vita hvat steinging hevur ávirka, siga Kári P Højgaard, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen.
Álitið um vinnuligan fiskiskap er komi úr vinnunevndini, har Kári P. Højgaard, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen hava sterkt ynski um vinnuligar royndir á økjum, sum hava verið stongd frá 8 til 30 ár.
Vit hava í nógv ár nýtt háttin at skerja fiskidagatalið og t.d. á Føroya Banka er total friða síðani 2008, skriva teir tríggir.
Hendan friðing hevur ikki givið grundarlag ella vissu fyri, at hetta er rætta loysnin. Eftir 8 ára friðing sigur Havstovan, at eingin toskur er á Føroya Banka.
Føroya Banki
Seinasta royndarveiðan við gørnum á Føroya Banka varð gjørd fyri 17 árum síðani við sera góðum úrsliti. Ein stendur spyrjandi, hví slíkar fiskiroyndir ikki hildu á fram, helst á hvørjum ári. Royndin við gørnum vísti, at væl omanfyri 90% av veiðuni var havtaska. Toskur var undir 3% av veiðuni.
Veiðan við gørnum á Føroya Banka eigur at verið tikin upp aftur, halda Kári P Højgaar, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen.
Lína á Føroya Banka
Teir siga eisini at í 2013 gjørdi ein glastrevjabátur við línu fýra royndartúrar á Bankanum við sera góðum úrsliti, har meginparturin av veiðuni, undantikið fyrsta túrin, var skøta og longa. Eisini longa etur smáfisk, tí kann tað somuleiðis tykjast undrunarvert, at eingin royndarfiskiskapur hevur verið við línum síðani.
Spurningurin er viðkomandi, um tað ber til at undirfiska fiskastovnar, har partur av føðini er smáfiskur og hýsa, og møguliga liggur ein orsøk til vánaligu gongdina fyri tosk og hýsu fjald her.
Teir 3 mæla til at royndarveiðan við línu á Føroya Banka verður tikin upp aftur.
Allar friðaðar leiðir
Okkara havrannsóknarskip syngur sítt seinasta ørindi, og nýtt skip verður veruleiki í 2019. Tá regluligar árligar kanningar eru gjørdar við Magnusi, og hesar í mesta mun eru grundarlagið fyri metingum um stovnstødd, verður neyðugt at kenna veiðuvirðið hjá skipinum, við at annað fiskifar ger somu royndir sum rannsóknarskipið í longri tíðarskeið.
Tí mátti verið upplagt, at loyvt varð einum trolbáti at fylgt Magnusi at ???kalibrera??? veiðiorku. Stórur partur av landgrunninum er eisini friðaður fyri trolveiðu. Tí átti royndarveiða á hesum økjum somuleiðis at staðfest, hvørt tað hevur gjørt mun at friða hesi øki fyri trolveiðu ella ikki, skriva Kári P Højgaard, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen í álitinum til lógaruppskotið um vinnuligan fiskiskap.
Uppskotið kemur til 1.viðgerð mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald