Ítróttur

Umleið 600 atgongumerki eftir

...

2018-10-14 09:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Umleið 2.900 atgongumerki eru seld til UEFA Nations League dystin móti Kosovo. Sostatt eru eini 600 atgongumerki eftir, sum fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.

Sunnudagin klokkan 17:00 skal føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá Kosovo kemur á vitjan í fjórða dystinum í UEFA Nations League. Tað er als eingin ivi um, at føroyska liðið ynskir at reisa seg eftir skuffandi 3-0 ósigurin fyri Aserbadjan, og vónandi verður tað við stuðli frá ein fullsettum Tórsvølli.

Umleið 2.900 atgongumerki eru seld til dystin, og tað merkir, at enn eru eini 600 atgongumerkir eftir, sum fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, FSF.fo.

Eingin atgongumerkjasøla verður við dyrnar, men tað ber til at keypa í Nethandilinum til dysturin verður floytaður í gongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder