2014-05-02 01:39
Tað eru nógv skip á svartkjaftafeltinum, í kvøld hava vit talt 27, men øll síggjast ikki, so helst liggur talið omanfyri 30 skip, tey eru stødd einar 70 fl. í útsynning úr Akrabergi.
Um skipini hava hampuligan fiskiskap, so fiska tey helst eini 15-20.000 tons um døgnið.
Tað eru bara 6 føroysk skip á feltinum, hini eru russisk og íslendsk. Tað er gott veður á feltinum sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald