Ítróttur

UEFA gevur Slovan Bratislava freist til hósdagin

...

2020-08-19 11:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fundi fyri løtu síðani, har umboð fyri KÍ, UEFA, FSF og Slovan Bratislava vóru við, hevur UEFA gjørt slovakum greitt, at teir kunnu manna eitt nýtt lið, sum skal hava negativt Covid-19 kanningarúrslit. Harafturat skal nýggja liðið vera í Føroyum í seinasta lagi hósmorgunin. So kann dysturin spælast fríggjakvøldið í Klaksvík

Slovan Bratislava hevur fingið dagin í dag til at finna eykaliðið. Liðið skal vera í Føroyum í seinasta lagi í morgin, og her verða spælararnir kannaðir við komu.

Eru allar hesar treytir uppfyltar, ber til at spæla dystin fríggjakvøldið, kunnaði UEFA-umboðið partarnar á fundinum um.

- Hetta hevur Slovan Bratislava rætt til sambært UEFA reglugerð, og tí fáa vit ikki gjørt annað enn at bíða, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Tað skrivar ki.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder