Ítróttur

U21: Føroyar hjálptu Danmark til EM

...

2018-10-16 20:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Talan var um eitt sera sterkt danskt U21-landslið, sum á ??lborg Stadion vann 3-0 á Føroyum. Men sum úrslitini í bólkinum lagaðu seg, kunnu danir takka Føroyum fyri plássið í EM-endaspælinum komandi summar.

Tað var betra liðið, ið vann á ??lborg Stadion, tá Danmark og Føroyar fóru á vøllin í seinasta umfarinum í hesari EM-undankappingini fyri U21-landslið. Danmark kom á odda fá sekund, áðrenn dómarin floytaði til hálvleik.

Danmark økti seks minuttir eftir hvíldina, og sat hesa løtuna á meginpartinum av spælinum. Men okkara stríddust sera væl allastaðni á vøllinum, og sum fráleið, kom føroyska liðið meir við í dystin. Hetta førdi eisini til nakrar góðar støður, men sum so mangan, so eru vit tíverri ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Í staðin slerdu danir 3-0 sigurin fastan í tíðini, sum dómari hevði lagt afturat.

- Sjálvandi eru vit sera skuffaðir at tapa 3-0. Vit viðurkenna, at Danmark er og var á degnum betri. Men vit fegnast um enn eitt avrik, ið er nær við sera gott. At vit ikki fóru til hálvleiks við 0-0 úrslitinum, var nakað lort! Og so skora teir, tá ið tíðin er farin.

- Hetta var henda undankappingin. Vit fingu úrslit í fimm av tíggju dystum, og liðið hevur ment seg rættuliga nógv, So alt í alt eru vit ernir av okkara monnum, sigur U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Endaliga støðan í bólkinum gjørdist, at Danmark vann við 23 stigum, eitt meir enn Pólland, sum fekk 22 stig. Georgia fekk 12 stig, Finnland 9, Litava fekk 8, meðan Føroyar endaðu á niðasta plássi við 7 stigum.

Til stuttleika kann nevnast, at hevði tað ikki verið fyri teir báðar javnleikirnar hjá Føroyum móti Póllandi, høvdu tað verið póllendingarnir, ið fóru beinleiðis til EM-endaspælinum í Italia og San Marino komandi summar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder