2021-08-17 19:11
HSF: U19-landsliðið hjá monnum vann, hóast rúm fyri bata, ein tryggan 40-25 sigur á Bulgaria í dag. Hálvleiksstøðan var 18-14 til Føroyar.
Talan var um ein dyst, har tað var greitt fyri leikararnir undan dystinum, at teir vóru favorittar. Hetta kann til tíðir verða ein avbjóðing og møttu okkara einum bulgarskum liði, sum spældi lang álop, har tað ráddi um at hava tol og fokus í verjuspælinum. Hetta haltaði at byrja við, har okkara vóru heldur ótolnir og trakkaðu ov langt fram og góvu harvið pláss til strikuna hjá Bulgaria, sum fekk fleiri mál at byrja við. Í hinum endanum spældu okkara við høgari leikferð og komu sera lætt til málmøguleikar og skoraðu nærum eftir vild. Eisini hevði Bulgaria hepni við fleiri returbóltum, sum gjørdi at okkara høvdu ringt við at rista bulgarska liðið av at byrja við.
Eftir fyrru helvt av fyrra hálvleiki vóru okkara frammanfyri 12-8 og høvdu fult tamarhald á dystinum, hóast verjan kundi verið skrappari til tíðir saman við málverjanum, sum ikki fekk fatur í tí stóra. Ein løta við fleiri útvísingum og brendum málmøguleikum gjørdi, at okkara einans vóru frammanfyri við 4 málum, 18-14 í hálvleikinum.
Føroyska liðið byrjaði trilvandi í seinna hálvleiki við fleiri útvísingum og ivasomum verjuspæli. Hesa løtuna var tað ein vælleikandi Elias á Skipagøtu, sum nærum skoraði eftir vild og gjørdi at leiðslan helt sær á 4-5 málum. Rói á Skipagøtu kom á vøllin í seinna hálvleiki eftir langan steðg við skaða. Rói vísti beinanvegin, at hann var vandamikil og skeyt tvey mál. Eisini kom Pauli Høj (Pauli Hoyggj, sum bulgariski speakarin kallaði hann) á vøllin og fekk 4 mál. Bulgarska liðið kláraði ikki at fylgja við seinastu 15 minuttirnar og okkara bara øktu við góðum skjótálopum. Munurin gjørdist stórur, 15 mál.
Dagsins leikarin fyri Føroyar var kosin Elias Ellefsen á Skipagøtu. Elias spældi ein góðan dyst í dag og var eisini toppskjútti hjá Føroyum við 8 málum, harav trý brotskøst.
Føroyska liðið møtir Kekkia hósdagin kl. 17.00 í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Kekkia vann í gjár 33-18 á Bulgaria. Hesin dysturin verður sostatt avgerandi um hvør vinnur bólkin. At føroyska liðið júst kláraði at vinna júst við 15 málum í dag, sama sum Kekkia, men fleiri skoraði mál, ger at okkara hava nokk við javnleiki fyri at vinna bólkin. Í hinum bólkinum vann Hvítarussland 41-23 móti Litava, meðan Slovakia vann 25-23 á Finnlandi.
??rslit og støður í kappingini síggjast her:
http://varna2021ehf.com/
ella her.
https://www.eurohandball.com/.../bul-men-s-19-ehf.../
Dystargongdin:
Føroyar - Bulgaria
5 min. 3-3
10 min. 8-6
15 min. 12-8
20 min. 14-9
25 min. 16-11
30 min. 18-14
35 min. 21-16
40 min. 25-21
45 min. 28-22
50 min. 31-23
55 min. 35-24
60 min. 40-25
Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 (3)
Bogi Hansen 5
Pauli Mittún 5
Janus Dam Djurhuus 4
??li Mittún 4
Pauli Høj 4
Hákun West av Teigum 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Sveinur Olafsson 2
Viktor Nørlyng Gaini 1
Ragnar Karlsson 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald