Ítróttur

U19-genturnar komu í finskt ódnarveður

...

2019-10-06 20:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska U19-landsliðið við gentum kom í rættuligt ódnarveður, tá tær seinnapartin leygardagin spældi móti Finnlandi. ??rslitið gjørdist 11-0 til Finnland.

- Hetta var ein ræðulig uppliving. Finsku genturnar vístu onga náði!

So greiður er venjarin, Pætur Clementsen, tá hann skal seta orð á EM-undankappingardystin hjá U19-landsliðnum við gentum, sum leygardagin tapti heili 11-0 fyri Finnlandi.

- Vit fingu eina rímiliga góða byrjan, og í hálvleikinum var ???bara??? 3-0 til Finnland. Men í seinna hálvleiki gekk heilt gali. Í einum tíðarskeið upp á 15 minuttir skoraðu finsku genturnar seks mál. Vit mugu bara staðfesta, at hetta var eitt rættuligt kollaps, sum kemur fyri av og á ??? tíbetur ikki so ofta longur ??? hjá føroyskum landsliðum.

- Nú skulu vit fáa hendan dystin úr kroppinum ??? og kanska serliga úr høvdinum ??? og síðani fyrireika okkum til dystin móti Litava, sum vónandi og væntandi verður eitt sindur javnari, sigur Pætur Clementsen, venjari, og leggur afturat, at tey annars hava tað gott í Vasaa í Finnlandi.

Seinasta umfar í EM-undankappingini verður spælt týsdagin. Mótstøðuliðið tá verður sum sagt Litava, sum í sínum fyrstu dystum hevur tapt 9-0 fyri Finnlandi og 5-0 fyri Kekkia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder