Ítróttur

U19 gentir til Ísland

...

2021-08-30 11:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogbóltssamband Føroya: Nú verður aftur lív í flogbóltslandsliðnum eftir drúgva tíð við lockdown. Vit fegnast um at flogbóltsdyrnar eru opnaðar aftur, og gleða okkum at fylgja ungu leikarunum á teirra ferð til ísland.

Hósdagin fer liðið til Ísland, og byrja verður við kappingini fríggjadagin. Kappingin kallast Small Countries Association, og kemur Føroyar at møta Gibraltar, Malta og Íslandi.

Lars Engell hevur úttikið hesar leikarar:

Fleyr: Vár Rajani Færø, Hanna Iansdóttir Biskupstø, Helena Skylv Hansen
SÍ: Sofía Weihe Simonsen, Janna Falkvard, Inga Helena Henriksen, Eva Gunn Niclasen
KÍF: Milja Silvansdóttir, Marta Fagrakeltt, Jakobina Joensen
Mjølnir: Anna Arnholdsdóttir
Dráttur: Henrikka Wang Jacobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder