HSF: Føroysku U17-kvinnur vunnu í morgun ein greiðan 37-20 sigur á Bulgaria. Hálvleiksstøðan var 18-12 til Føroyar.
Tað gjørdist skjótt greitt í dystinum, at føroyska liðið var væl sterkari enn bulgarska. Føroyska liðið var sera tendrað frá byrjan og var dysturin í roynd og veru vunnin fyrstu 20 minuttirnar, tá støðan var 17-5. Føroyska spælið gekk væl og sluppu okkara lættliga ígjøgnum bulgarsku verjuna. Seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki tóktust okkara tó ov bráar og gjørdu alt ov nógv mistøk og hálaði Bulgaria inn til hálvleiksstøðuna 18-12.
Í fyrru helvt av seinna hálvleiki var spælið ikki nakað at reypa av, men økti okkara tó spakuliga. Seinastu 10 minuttirnar skrædnaði tó heilt hjá Bulgaria og øktu okkara munin heilt upp til 17 mál, 37-20, sum var endaliga støðan.
Elsa Egholm var vald til besta føroyska leikara í dystinum.
Í morgin spæla Føroyar og Grikkaland kl. 11.00 føroyska tíð.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Elsa Egholm 9
Jana Mittún 8
Lea Mortensen Mørk 6
Lív Bentsdóttir Zachariasen 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Sára Sigrunardóttir 3
Brynhild Pálsdóttir 1
Frida Holm Jacobsen 1
Rannvá Olsen 1
Hervør Niclasen 1
??rslit og støður í kappingini síggjast her:
http://eurohandball.com/ech/01-02/17/women/2019/round/1/Championship+-+GEO
Myndir, stroyming o.a. sæst her:
https://w17ehf.geohandball.ge/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald