HSF: Føroysku U17 genturnar hava spælt eina framúr kapping í Georgia, sum endaði í dag við, at tær vunnu bronsudystin móti Ukraina.
Føroysku U17 genturnar vunnu 35-27 á Ukraina í dystinum um bronsuna í EHF Championship kappingini, sum hevur verið í Georgia seinastu dagarnar. Hálvleiksstøðan var 15-13.
Føroyar løgdu bragliga fyri og tá ið 10 minuttir vóru spældir, var støðan 6-1 til Føroyar. Men so kom stígur í og málmunurin dragnaði niður í tvey mál. Nógvar villur vórðu gjørdar við eitt nú at kasta fram í skjótálop og beinleiðis til ein mótstøðuleikara, umframt at upplagdir møguleikar vórðu brendir.
Í øðrum hálvleiki var tamarhald komið á spælið og føroysku leikararnir vístu, at tær høvdu nógv tað betra liðið. Sum dysturin leið øktist málmunurin og sigurin var greiður.
Føroyar hava hesa kappingina spælt javnt móti Serbia, tapt móti Hollandi og vunnið á Estlandi, Italia og Ukraina.
Dystargongdin:
Føroyar ??? Ukraina
5 min. 3-1
10 min. 6-1
15 min. 7-5
20 min. 10-5
25 min. 13-10
30 min. 15-13
35 min. 16-14
40 min. 20-16
45 min. 24-18
50 min. 28-21
55 min. 31-25
60 min. 35-27
Málskjúttar:Karin Egholm 8
Lukka Arge 8 (7)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Poula Fríðheim Petersen 3
Karina Debes Heinesen 2
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 2
Inga Maria Roysdóttir 1
Marita Magnadóttir Thomsen 1
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 2
Lea Mohr 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald