Ítróttur

U17 tapti hálvfinaludystin

...

2021-08-13 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF: Føroysku U17 hondbóltskvinnurnar taptu hálvfinaludystin ímóti Niðurlondum fyri løtu síðani við trimum málum, 24-21.

Niðurlond varð mett at vera sterkasta liðið undan kappingini, so tí var greitt, at tað fór at vera ein trupul dystur at vinna, men føroysku kvinnurnar góvu niðurlendska liðnum hvassa mótstøðu.

At kalla alla dystin á tamb vóru eitt og tvey mál á muni, og ongantíð meira enn trý mál. Hálvleiksstøðan var 11-10.

Síðstu minuttirnar skrædnaði, tá ið Føroyar brendu nakrar fríar møguleikar og vórðu revsaðar við skjótálopi og einum bólti frá mótstøðuhálvuni og í tómt føroyskt mál.

Føroysku kvinnurnar skulu spæla um bronsuna ímóti annaðhvørt Ukraina ella Serbia í morgin.

Dystargongdin:
Niðurlond ??? Føroyar
5 min. 3-0
10 min. 4-3
15 min. 5-5
20 min. 9-6
25 min. 11-8
30 min. 11-10
35 min. 13-11
40 min. 15-14
45 min. 16-15
50 min. 18-17
55 min. 20-18
60 min. 24-21

Málskjúttar:
Lukka Arge 8 (8)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Karina Debes Heinesen 2
Karin Egholm 2
Lea Mohr 1
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 1

Silja Arngrímsdóttir Múller varð kosin dagsins leikari hjá Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder