Ítróttur

U17: Hesir skulu til NM fyri Føroyar

...

2019-06-29 13:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Áki Johansen, venjari, hevur úttikið føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í august skal til NM-kapping í Danmark

Í døgunum 3. til 10. august verður árliga NM-kappingin fyri U17-landslið við dreingjum á skránni. Í ár er Danmark vertur fyri kappingini.

Áki Johansen er venjari hjá U17-landsliðnum, og saman við Jens Kristiani Hansen, hjálparvenjara, hevur hann nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið skulu umboða Føroyar í NM-kappingini í ár.

Hópurin

Fayo Kruse, EB/Streymur

Olaf Bárðason, Víkingur

Bergur J. Poulsen, Víkingur

Pætur Sørensen, Víkingur

Elias Rausborg, Hvidovra IF (DAN)

Dávid Matras, KÍ

Emil Weihe Joensen, B36

Mattias Weihe Joensen, B36

Martin Agnarsson, B36

Eyðbjørn ??stergaard, B36

Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Brian Slyne, HB

Suni Hansen, NSÍ

Jørgin Nielsen, NSÍ

Poul Kallsberg, Skála

Jonathan Lassesen, HIK (DAN)

Dystirnir í NM-kappingini verða spældir á Fjón í Danmark dagarnar 4., 7. og 10. august.

Kappingarleisturin er broyttur nakað í mun til undanfarnar NM-kappingar. Kappingin verður nú spæld eftir einari cup-skipan, og tí er ikki greitt, hvørjum føroyska liðið kemur at spæla ímóti í seinna og triðja dystinum.

Fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum er 4. august 2019 ímóti Noreg á Horne Stadion.

Aftrat føroyska landsliðshópinum vera tveir føroyskir dómarar eisini partur av NM-kappingini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder