Ítróttur

Tvey umfør vórðu telvað í gjár

...

2018-01-21 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nógvir leikir verða fluttir leygardagin. Tvinnanda umfør eru á skránni í øllum deildum í landskappingini fyri lið. Allir dystir vera í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Byrjað verður klokkan tíggju á morgni við fjórða umfari. Klokkan fýra verður farið undir fimta umfar.

Havnin, Sandavágur og Klaksvík
Í 1. deild stendur kappingin aftur í ár millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Klaksvíkar Talvfelag er eitt vet aftari á triðja plássið. Vágamenn vunnu tryggan 3-1 sigur á klaksvíkingum í triðja umfari. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og pápin Torkil Nielsen vunnu allir. Hjá klaksvíkingum var Steintór Rasmussen einasti vinnari.
Havnarmenn vunnu 4-0 á gøtumonnum, sum eru nýggir í 1. deild. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Sjúrður Thorsteinsson og Carl Eli Samuelsen vunnu allir. Men veruleikin er kortini tann, at gøtumenn góvu stórfavorittunum ein skarpan gang á nærum øllum borðum, og vóru óhepnir ikki at fáa okkurt stigið. Í triðja dystinum í 1. deild vann annað lið hjá Havnini stórsigur 3½-½ á kollfirðingum. Remis á 1. borði millum Herluf Hansen og Hans Kristian Simonsen, á hinum borðunum vunnu Rógvi Mortensen, Suni Merkistein og Margar Berg.
Støðan í 1. deild eftir triðja umfar er henda: 1. Havnin111stig 2. Sandavágur 9½ stig 3. Klaksvík 8 stig 4. Havnin 2 5 stig 5. Kollafjørður 2½ 6. Gøta 0.
Í 2. deild stendur dysturin millum Klaksvík, Sandavág og Vestmanna um uppflyting. Av teimum tíggju liðunum í 3. deild er Streymur á odda. Eftir at hava ligið í dvala í fleiri ár, hava teir í Sundalagnum endurreist talvfelagið, sum í síni tíð stóð seg so væl, at teir eitt ár gjørdust føroyameistarar. Flest allir av teimum, ið tá vóru í fremstu røð, eru tørnaðir til aftur.
Lykladystir
Fleiri spennandi dystir eru leygardagin. Føroyameistarnir í Havnar Telvingarfelag møta báðum harðastu kappingarneytunum; í fyrra umfarinum klaksvíkingum, og í seinna umfarinum sandavágsmonnum.
Týðandi dystir eru eisini í hinum deildunum millum fremru liðini. Oddaliðini í 2. deild, Klaksvík og sandavágur, møtast í seinnapartsumfarinum. Sama ger seg galdandi í 3. deild millum oddaliðini Streym og Sandavág.
Í alt tíggju umfør eru í landskappingini í talvi fyri lið. Kappingin endar 17. mars.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder