2020-02-10 11:51
Í morgun fóru tveir neistamenn úr Føroyum til Norra at royndarvenja við Stord í 3. bestudeildini í Norra.
Talan er um Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen sum skulu royndarvenja í Norra í tveir dagar. Dánjal og Tróndur spældu báðir væl tá ið Neistin í gjár spældi seinnu hálvfinaluna ímóti H71, sum endaði við javnleiki.
Dánjal fekk 11 mál í dystinum, og skoraði øll uttan tað eina málið hjá Neistanum í seinna hálvleiki. Tróndur fekk 5 mál.
Stord er nummar 9 av 12 liðum í deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald