Ítróttur

Tveir landsdystir hesa vikuna

...

2019-09-25 06:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú byrjar EM-undankappingin hjá kvinnum og hava tær tveir avbjóðandi dystir hesa vikuna.

Í dag spæla kvinnurnar móti Póllandi kl. 19.30 í polska býnum Kwidzyn og sunnudagin verður dystur í Høllini á Hálsi kl. 17.00 móti sera sterku Rumenia. Føroyska liðið fór sunnudagin til Holbæk í Danmark, har tær hava fyrireikað seg til dystirnar. Føroyska liðið fór í gjár víðari til Póllands.

Dysturin móti Póllandi í dag kann stroymast á EHFtv.com og sigur FM1 eisini frá dystinum.
https://www.ehftv.com/int/livestream/poland-faroe-islands/1720090

Dysturin sunnudagin verður vístur í Kringvarpi Føroya og FM1 sigur eisini frá tí dystinum.

Føroyska liðið telur hesar leikarar:

Málverjar:
Margit Weihe Frímundsdóttir, Neistin
Annika Fríðheim Petersen, H71

Strikuleikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Durita Toftum Joensen, H71

Høgri vongur:
Halla Skylv Midjord, Kyndil
Guðrið á Borg, H71

Bakkar:
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast/Herning
Marianna Geirsdóttir Eystbert, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted

Spælskiparar:
Maria H. Weyhe, H71
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Súna Krossteig Hansen, Kyndil

Vinstri vongur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Fríða á Dunga, Neistin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder